Nú ber til at koma við ráðum um Stenomiðstøðina

Nú ber til at koma við ráðum um Stenomiðstøðina
Ráðgeving og prosjektering í sambandi við Stenomiðstøðina, sum skal byggjast í Havn, eru boðin út
Avtalan um Stenomiðstøðina var undirskrivað 26.september í fjør.
 
27.12.2023 - 09:32

Ráðgeving og prosjektering í sambandi við Stenomiðstøðina, sum skal byggjast í Havn, eru boðin út.

Byggjast skal uppi yvir verandi C-bygningi á Landssjúkrahúsinum.

Og miðstøðin skal knýtast saman við B-bygninginum. 

Bygningurin verður 1.200 fermetrar, sum skulu býtast millum tvær hæddir.

Avtalan kom í fjør

Avtalan um Steno miðstøðina var undirskrivað 26.september í fjør.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum var tá, Kaj Leo Holm Johannesen, bað løgtingið um loyvi at taka móti 121 milliónum krónum frá Novo Nordisk grunninum. Tað fekk hann.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetis millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið.

Freistin at bjóða er til 6.februar, tá tilboðini eisini vera latin upp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519