Øll sum hava søkt hava fingið

Øll sum hava søkt hava fingið
60 fólk hava søkt um framskundaða pensjón, síðani tann møguleikin kom í 2019
Viðgerðartíin er 141 dagar. Men tá telur tíðin við, sum Almannaverkið biðar eftir váttanum.
 
25.12.2023 - 10:08

60 fólk hava søkt um framskundaða pensjón, síðani tann møguleikin kom í 2019.

Allar umsóknir eru játtaðar.

Viðgerðartíðin er í miðal 141 dagar. 

Er tíðin drigin frá, har Almannaverkið bíðar eftir serlæknaváttanum, er miðal viðgerðartíðin 88 dagar. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um framskundaða pensjón.

Tey flestu, sum søkja um framskundaða pensjón, hava samband við Almannaverkið, áðrenn umsóknin verður send. 

Arbeiða hálva tíð

Treytin fyri at søkja um framskundaða pensón er, at arbeiðsførleikin varandi er minkaður niður í helvt. 

Tað er, at fólk ikki megna at arbeiða meira enn hálva tíð. 

Fólk kunnu søkja um framskundaða pensjón trý ár fyri pensjónsaldurin, sum enn er 67 ár.

Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum stendur, at fólk, sum eru fylt 64 ár, skulu heldur søkja um framskundaða pensjón enn fyritíðarpensjón, tí viðgerðin er skjótari, og veitingin er galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519