
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórhøllin eitur Við Tjarnir

Í dag var navnið á nýggju stórhøllini í Hoyvík avdúkað. Stórhøllin eitur Við Tjarnir.
Hon hevur higartil verið kallað Føroya Arena.
Navnið varð avdúkað á samkomu seinnapartin.
Remy á For eigur navnið
Navnakapping varð útskrivað í summar. Stívliga 150 fólk sendu tilsamans nøkur og hundrað uppskot inn. Tað var Remy á For, sum vann kappingina.
Í navnanevndini vóru Jonhard Mikkelsen, Siggert Patursson og Lena L. Mohr.
Navnanevndin sigur í grundgeviningin fyri navnið Við Tjarnir:
"Vit halda hetta vera nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn, sum hevur veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum, sum ljóðar væl, sum skapar góð hugasambond og sum kundi verið um allar Føroyar. "
Høllin stendur í gerð, og skal vera liðug í seinasta lagi í januar 2025, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.