Uros Stojanov aftur í reyðu litunum hjá ÍF

Uros Stojanov aftur í reyðu litunum hjá ÍF
Fótbóltsfeløgini brynja seg av álvara til komandi kappingarár, og í Fuglafirði fegnast tey um, at gamli serbiski málrevurin er komin aftur til felagið
ÍF-formaðurin, Georges Rouah, og Uros Stojanov
Mynd: ÍF á Facebook  
 
19.12.2023 - 17:36

"Tað er við stórari gleði, at vit kunnu kunnugerða, at ÍF og Uros (Stojanov) hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024." 

Soleiðis skrivar ÍF á sínum Facebook-vanga í kvøld. 

34 ára gamli Uros Stojanov kemur onkursvegna heimaftur eftir hálvtriðja ár í útlegd.

Upprunaliga kom Uros Stojanov til Føroya at spæla við ÍF. Serbiski málrevurin spældi í Fuglafirði í 2020 og fyrru helvt av 2021.

Tað gjørdust tá til 41 dystir og 24 mál fyri ÍF.

Síðani hevur áleyparin ferðast eitt sindur runt í landinum, fyrst til B36, síðani til Skálar og 07 Vestur, áðrenn hann nú er komin aftur til ÍF.

Kelda: Faroescoccer.com

 

Uros Stojanov hevur spælt 92 dystir í Betri deildini og skorað 45 mál. Serliga fyrsta árið í føroyskum fótbólti var gott, tá hann spældi 27 dystir fyri ÍF og skoraði 17 mál. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652