Uppskot um Brekumboð komið í løgtingið

Uppskot um Brekumboð komið í løgtingið
Um stívliga eitt ár, 1.januar í 2025, kemur Brekumboðið í Føroyum
Beint áðrenn løgtingið fór í jólafrí, fekk tað uppskot um Brekumboð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2023 - 05:52

Um stívliga eitt ár, 1.januar í 2025, kemur Brekumboðið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, bar løgtinginum lógaruppskotið í gjár.

Í 2019 samtykti løgtingið at taka undir við breksáttmálanum hjá Sameindu tjóðum.

Føroyar hava tí altjóða skyldu til at seta á stovn eftirlit á brekøkinum.

Serfrøðinganevndirnar hjá ST hava ofta gjørt vart við, at Føroyar ikki hava óheft eftirlit á  mannarættindaøkinum, millum annað brekøkinum.  

 

Ikki kærustovnur

Brekumboðið verður ikki ein kærustovnur.   

Men Brekumboðið skal vísa á, hvørjir kærumøguleikar eru.

Brekumboðið fer at kosta tvær mió.kr. um árið. 

Brekumboðið skal hava stjóra og samskipara.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519