Uppstillingar til forfólkavalið í Starvsfelagnum skulu vera inni 15. januar

Uppstillingar til forfólkavalið í Starvsfelagnum skulu vera inni 15. januar
Limirnir í Starvsfelagnum skulu velja forfólk á aðalfundi 9. mars næsta ár
Súni Selfoss hevur verið formaður í Starvsfelagnum síðani 2016
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 09:37

9. mars næsta ár skulu limir í Starvsfelagnum velja forfólk.

Uppstillingin skal vera liðug fyri 15. januar.

Forfólkið verður valt fyri fýra ár. 

Viðtøkurnar siga, at forfólk kann í mesta lagi sita trý valskeið samanhangandi. 

 

Aðalfundurin velur forfólkið

Aðalfundurin velur forfólkið beinleiðis við vanligum meiriluta.

Bara tann, sum er forfólk fulla tíð, kann vera vald ella valdur.

Sambært sáttmálanum hevur tann, sum verður forfólk, rætt til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla forfólkatíðina.

Stovnurin hevur skyldu til at hava starv tøkt, tá forfólkatíðin er farin.

Súni Selfoss hevur verið formaður í Starvsfelagnum síðani 2016. 

Verður hann Suni Selfoss afturvaldur, so er tað hansara triðja og síðsta skeið sum forfólk í Starvsfelagnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681