Vilja hjálpa flóttafólkum, sum hava avbjóðingar

Vilja hjálpa flóttafólkum, sum hava avbjóðingar
Ein royndarverkætlan skal gerast. Berin skal umsita hana
Kríggið í Ukraina heldur fram. Nógv flóttafólk haðani stríðast við avbjóðingar.
 
09.12.2023 - 14:37

Løgmálaráðið biður um 825.000 kr. til eina royndarverkætlan, sum skal geva ukrainskum flóttafólkum eitt fyribyrgjandi psykososialt tilboð og sálarfrøðiliga viðgerð í samstarvi við felagsskapin Beran, sum skal fáa pengarnar, biðið er um.

Hetta verður gjørt eftir tilmæli frá Útlendingastovuni, tí verandi skipan loftar ikki øllum avbjóðingum nóg væl.

Umbønin er útreiðsluneutral, tí biðið verður um, at tær 825.000 krónur vera fluttar av kontuni menningarsamstarv og neyðhjálp.

Eingin kanning

Eingin hevur kannað, hvussu ukrainar í Føroyum trívast, hvussu tey hava tað sálarliga og sosialt, og hvørja hjálp tey fáa, tá tey hava avbjóðingar. 

Men ein kanning í Danmark vísir fyribils, at ein triðingur har hevur avbjóðingar.

Útlendingastovan veit tó frá  Almannaverkinum, Reyða Krossi, Tórshavnar kvøldskúla, skúlum og fólki, sum kenna ukrainar, at nógv teirra stríðast við avbjóðingar so sum sorg, angist, strongd, einsemi, PTSD, trauma og álvarsama sálarsjúku. 

Summi stríðast við alkoholmisnýtslu, og okkurt harðskapsmál hevur verið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519