Sølvi og Eyðvør ársins spælarar

Sølvi og Eyðvør ársins spælarar
Sølvi Vatnhamar og Eyðvør Klakstein vunnu heiðurin sum ársins spælarar í bestu føroysku fótbóltsdeildunum
Hvít og blá: Eyðvør Klakstein var ársins spælari í Betri-deildini við kvinnum í 2023
Mynd: Bjarni Engahamr/FSF  
 
08.12.2023 - 09:12

Sølvi Vatnhamar úr Víkingi og Eyðvør Klakstein úr KÍ vóru bestu spælarar í føroyskum fótbólti í 2023.

Tað var staðfest á tiltaki, sum Miðlahúsið og FM1 skipaðu fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. 

Landsliðsmiðvallarin úr Víkingi var toppskútti í Betri-deildini við 21 málum, meðan Eyðvør Klakstein skeyt 20 mál og legði upp til 10 í eini landskapping, har KÍ vann allar dystirnar.


KÍ dominerar

Sum vera man sóust góðu kappingarárini hjá KÍ-liðunum aftur.

Kristoffer Kvistgaard og Magne Hoseth vóru valdir ársins venjarar hjá ávíkavist kvinnum og monnum.

Odmar Færø fekk heiðurin sum árins verjuspælarari og ársins landsliðsspælari, meðan Birita Ryan var ársins verjuspælari hjá kvinnum. Óluva A. Joensen var ársins landsliðsspælari og ársins málverji.

Harafturat vann Páll Klettskarð ikki óvæntað heiðurin sum ársins framherji hjá monnum.

Tað eru venjarar, spælarar og miðlafólk sum atkvøða.


Sølvi Vatnhamar var valdur til ársins spælara hjá monnum annað árið á rað. MYND: Hans Erik Danielsen
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV