- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv vilja stýra fótbóltinum
Nógv vilja vera aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
FSF hevur fingið 18 umsóknir til starvið sum stjóri í aðalskrivstovuni hjá Føroya størstu ítróttagrein, skrivar fsf.fo.
Nú verður ein setanarbóltur settur, ið skal meta um innkomnu umsóknirnar, og í næstum verða best skikkaðu umsøkjararnir kallaðir inn til samrøðu. Setanarbólkurin og forsetin, Christian Andreasen, gera síðan endaligu innstillingina til starvsnevndina.
Virgar Hvidbro, sum síðan 2009 hevði verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, fór úr starvinum í november.
Aðalskrivarin í FSF sameinir starvsnevnd og fyrisiting, og tryggjar, at avgerðir tiknar av nevndini verða framdar í verki, skrivar Fótbóltssambandið.