- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar taptu tepurt fyri Aserbadjan
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar taptu við einum málið fyri Aserbadjan í síðsta dystinum í hesi Nations League-kappingini.
Úrslitið var 1-0, og Nigar Mirzaliyev skeyt sigursmálið fyri Aserbadjan miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hetta er fimti dysturin av seks í kappingini, har Føroyar tapa við einum máli. Fýra ferðir eru dystirnir endaðir 1-0, eina ferð 2-1, meðan útidysturin ímóti Montenegro endaði við 9-0 ósigri.
Sunniva Willemoes skeyt einasta føroyska málið í kappingini í heimadystinum ímóti Aserbadjan í oktober.
Aserbadjan vann bólkin við 16 stigum, Montenegro fekk 2. plássið við 12 stigum, Kýpros fekk sjey stig á 3. plássi og Føroyar fingu onki stig í hesi fyrstu Nations League-kappingini við kvinnum.