Hava ikki ráð at fara til tannlækna

Hava ikki ráð at fara til tannlækna
Landsfelag pensjónista og hini limafeløgini í Norðurlondum venda sær nú til stjórnirnar við málinum
Norðurlendsk pensjónistafeløg vilja hava, at fíggjarligi stuðulin til tannheilsuna hjá teimum gomlu verður hækkaður. (Savnsmynd)
 
01.12.2023 - 14:03

Nógv gomul hava ikki ráð til góða tannheilsu.

Tað sigur forkvinnan í Landsfelagi pensjónista, sum saman við hinum limafeløgnum í NSK, Nordisk Samarbets Komité, hevur sent eitt felags skriv til allar stjórnir í limalondunum.

Í skrivinum verður heitt á eitt nú Føroya Landsstýri um at hækka fíggjarliga stuðulin til góða tannheilsu hjá teimum gomlu.

 

Beate L. Samuelsen er forkvinna í Landsfelagi pensjónista. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelagi pensjónista, sigur, at tað er dýrt at halda tenninar við líka.

Í summum førum verður farið uttanlands at fáa viðgerð, men tað er ikki altíð, at tað loysir seg í síðsta enda. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01122023_Tannheilsa

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519