Fimleikafagnaður

Fimleikafagnaður
Vinnarin av fimleikafagnaðinum 2023 verður kosin í kvøld
Evnið til fimleikafagnaðin í ár er frítt
 
26.11.2023 - 11:02

Norðurlandahúsið verður seinnapartin í dag karmur um Fimleikafagnaðin 2023, sum eisini var á skránni í gjár.

Fimm feløg við íðkarum í øllum aldri fara á pallin við flottum og litríkum framførslum.

Hetta er átjandu ferðin, at fimleikafagnaðurin er, men hann hevur ikki verið síðani í januar mánaði í 2020. 

Tí tykist tað, sum at feløg og íðkarar hesuferð hava lagt eitt sindur meira fyri, nú tey endiliga aftur sleppa at framføra, siga fyrireikarnir. 

Fimleikafagnaðurin er eisini ein kapping millum feløgini, og vinnarin verður kosin eftir seinastu sýningina í kvøld. 

467 íðkarar eru við til fagnaðin í ár. 

Tey luttakandi feløgini eru: 

Havnar Fimleikafelag

Klaksvíkar Fimleikafelag

Fimleikafelagið Støkk

Fimleikafelagið Flog

Fimleikafelagið Ljósið

Atgongumerkini blivu beinanvegin útseld, men tað fer at bera til at sita heima og fylgja við Fimleikafagnaðinum 2023, og seinasta sýningin, sum byrjar klokkan fimm, verður stroymd á YouTube.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772