Aftur hall - hesaferð yvir 30 milliónir krónur

Aftur hall - hesaferð yvir 30 milliónir krónur
Slakar 32 milliónir krónur er hallið í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom úr Fíggjarmálaráðnum í gjár
Landsstýrið biður um 25 mió. kr. aftrat til Fámjinsbergholið í ár.
 
24.11.2023 - 07:06


Slakar 32 milliónir krónur er hallið í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom úr Fíggjarmálaráðnum í gjár.

Landsstýrið biður um 25 mió. kr. til bergholið til Fámjins, fimm milliónir til vetrarhaldið á landsvegunum og 1,9 mió. kr. til stuðul til at taka niður og beina burtur oljufýrar.

Studningurin er 6.000 kr. fyri hvønn oljufýr.

Higartil eru komnar 315 umsóknir um stuðul.

Í miðal koma fimm umsóknir um dagin.

Biðið verður um eykajáttanir fyri 31,9 mió. kr. í hesum umfarinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859