- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skifta leikskipan
Føroyar stilla upp við fýra í verjuketuni, fimm á miðvøllinum og einum framherja í EM-undankappingardystinum ímóti Albania í kvøld.
Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø og Jóannes Kalsø Danielsen manna verjuna. Í mun til seinast ímóti Norra fer Hørður Askham út á beinkin.
Teir fimm, sum byrja inni á føroysla miðvøllinum, eru Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen og Jóannes Bjartalíð.
Jóan Símun Edmundsson spælir á fremsta plássinum.
Hetta er síðsti dysturin í EM-undankappingini. Albania kann tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum við sigri á Føroyum, meðan føroyingarnir spæla fyri æruni á Air Albania-leikvøllinum í kvøld.