Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja enda við trimum stigum
Vilja enda við trimum stigum
Albania spældi seg til EM-endaspælið við javnleiki ímóti Moldova fríggjakvøldið, men fer ikki at taka sær av løttum ímóti Føroyum, sigurin venjarin, Sylvinho
Mynd: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix
20.11.2023 - 13:15
Lagið var gott í Tirana fríggjakvøldið, eftir at Albania við javnleiki í Moldova hevði tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum.
Í kvøld verður roknað við sannari fólkaveitslu á Air Albania-leikvøllinum, men Føroyar skulu kortini ikki rokna við einum løttum dysti.
- Fólkið kemur at hátíðarhalda, men vit eru til arbeiðis, sigur navnframi venjarin hjá Albania, Sylvinho, sambært albanska høvuðsstaðarmiðlinum koha.net.
- Síðan vit komu aftur (úr Moldova, red.), hava vit hugsavnað okkum um dystin ímóti Føroyum. Teir eru stórir og verja væl, men vit vilja enda á fyrsta plássi í bólkinum, sigur Sylvinho.
Albania liggur á fyrsta plássi í bólkinum við 14 stigum, tvey stig frammanfyri Kekkia, sum tekur ímóti Moldova í kvøld. Tí er ikki vist, at javnleikur er nóg mikið hjá teimum reyðu og svørtu, um teir vilja tryggja sær oddasessin.
Moldova kann spæla seg til endaspælið í Týsklandi við sigri á Kekkia í kvøld.
Vísir vegin: Føroyar fáa ikki lættan dyst í Tirana í kvøld, hóast Albania hevur spælt seg til EM. Tað sigur albanski venjarin, Sylvinho. MYND: Fótbóltssamband Føroya
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV