- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk frídømt fyri at hava dálkað í Froðba
Landsverk frídømt fyri at hava dálkað í Froðba
Landsverk skeyt dómin í Føroya rætti inn fyri landsrættin, sum nú hevur drídømt Landsverk fyri at hava ábyrgdina av dálkingini í 2018
17.11.2023 - 09:40
Eystari landsrættur frídømdi Landsverk fyri at hava dálkað í Froðba í 2018.
Føroya rættur staðfesti í januar í ár, at Landsverk hevði ábyrgdina.
Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina.
Sambært ákæruritinum fóru 1800 litrar av flúgvarabensini út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23.januar 2018.
Effo bunkraði til Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar.
Sambært ákæruvaldinum vóru bæði Effo og Landsverk sek, men Føroya rættur fríkendi Effo.
Landsverk appelleraði til landsrættin, sum nú hevur frídømt Landsverk.
Statskassin skal rinda sakarkostnaðin hjá Landsverki bæði í Føroya rætti og í Landsverki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV