Vilja ikki hava fleiri neyst

Vilja ikki hava fleiri neyst
Undirskriftir verða savnaðar at mótmæla ætlanini at byggja fleiri neyst á Oyrnamørk í Hósvík
Hósvík.
 
15.11.2023 - 11:05

Í Hósvík savna tey undirskriftir, sum mótmæla ætlanunum um, at fleiri neyst skulu byggjast á Oyrnamørk.

- Økið er náttúruperlan hjá bygdarfólkinum í Hósvik, sigur Ketty í Brekkunum, sum er ein av stigtakarunum.

Hon sigur, at meira enn tveir triðingar av bygdarfólkinum taka undir við mótmælinum, sum væntandi verður handað Sunda kommunu fríggjadagin.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15112023_Hosvik_2

 


Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, vil ikki gera viðmerkingar til málið enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212