Á Breddanum: Nýtt tøkugjald og fíggjarliga støðan í Kringvarpinum

Á Breddanum: Nýtt tøkugjald og fíggjarliga støðan í Kringvarpinum
Politiskt kjak verður í útvarpsstovuni um støðuna hjá almenna public service-stovninum
Hesi fýra fara at kjakast um fíggjarligu støðuna, sum Kringvarpið er komið í, og hvørjar ætlanir politiska skipanin hevur við stovninum.
 
15.11.2023 - 09:22

Vinnunevndin arbeiðir í løtuni við einum nýggjum tøkugjaldi í alivinnuni, hóast løgtingið í vár samtykti eitt uppskot frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, um tøkugjaldsstiga.

Og alivinnan vil ikki, at Bakkafrost skal fáa sersømdir. Tað hevur annars verið upp á tal, iðani Bakkafrost segði 140 fólkum úr starvi fyri einari viku síðani.

Men hví skal tøkugjaldi hjá samgonguni broytast?

Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í sendingini.

Kringvarpið hevur sett umfatandi sparitiltøk í verk, men hvat ætlar politiska skipanin við almenna public service-stovninum?

Seinni í sendingini verðurer politiskt kjak um støðuna, nú Kringvarpið hevur rent seg fast fíggjarliga.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Sólvit Nolsøe, formaður í mentanarnevndini, Bárður á Lakjuni, limur í mentanarnevndini, og Helgi Abrahamsen koma í útvarpsstovuna at skifta orð um málið. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212