- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaleysa fongulsrevsing fyri at smugla kokain og hassj
Treytaleysa fongulsrevsing fyri at smugla kokain og hassj
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september
14.11.2023 - 15:35
Ein 29 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur fyri at smugla kokain og hassj til Føroya.
Hann fekk eitt eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing.
Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september, var í Føroya Rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað umleið 86 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassji.
Maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið var tí framt sum eitt játtanarmál.
Maðurin tók við dóminum, og hann skal sita revsingina beinan vegin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV