- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljudálkingin í Froðba í landsrættin
Oljudálkingin í Froðba í 2018 verður viðgjørd í Eystari landsrætti í morgin.
Føroya rættur staðfesti í januar á ár, at Landsverk hevur ábyrgdina.
Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina.
1800 litrar
1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23.januar 2018.
Effo bunkraði til Landsverk, sum umistur tyrlupallarnar.
Sambært ákæruvaldinum vóru bæði Effo og Landsverk sek, men Føroya rættur fríkendi Effo.
Ákæruvaldið kravdi, at Landsverk fekk 150.000 kr. í sekt og Effo 200.000 kr., tí Effo er dømt fyri eitt líkt mál í 2016.
Krevur endurgjald
Bæði Landsverk og Effo noktaðu seg sek.
Tann, sum eigur lendið, krevur endurgjald.
Landsverk appelleraði til landsrættin, og ákæruvaldið hevur mótappellerað.