Kanna Salt í dag

Kanna Salt í dag
Eitt tiltak í Salti leygarkvøldið var avlýst
Átaksleiðarin hjá Tvøroyrar sløkkilið heldur, at talan var heldur um salmoniakk enn amoniakk, sum gjørdi, at tiltakið í Salti leygarkvøldið var avlýst. (Savnsmynd)
 
13.11.2023 - 11:01

Fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum skulu kanna Salt í dag.

Eitt stórt tiltak skuldi vera í Salti leygarkvøldið.

Men Ólavur Rasmussen, stjóri, avlýsti tað, tí ammoniakk var í luftini, segði hann við Dimmalætting.

Talan var tó ikki um ammoniakk, men heldur um salmoniakk, sigur Annfinn Leo, átaksleiðari hjá Tvøroyrar sløkkiliði.

Hann sigur, at tað var ikki í samráði við sløkkiliðið, at tiltakið leygarkvøldið var avlýst.

Café SALT brunch, sum skuldi vera í gjár, var eisini avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212