Minni tilflyting, men størri burðaravlop

Minni tilflyting, men størri burðaravlop
1829 fólk eru flutt til Føroya seinasta árið, og 609 børn er fødd
Frá 1. oktober 2022 til 1. oktober í ár vóru fødd 609 børn. 407 fólk doyðu. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
13.11.2023 - 09:09

Frá oktober 2022 til oktober í ár fluttu 1829 fólk til Føroya, 33 færri enn árið fyri.

1477 fólk fluttu úr Føroyum, 39 fleiri enn árið fyri.

Nettotilflytingin var tí nakað minni frá oktober í fjør til oktober í ár, enn hon var árið fyri, frá 2021 til 2022.

Hon var 352 fólk, 72 færri enn árið fyri.

 

Størri burðaravlop

Men burðaravlopið var størri hetta seinasta árið, tað var 202, 58 fleiri enn árið fyri.

Frá 1. oktober 2022 til 1. oktober í ár vóru fødd 609 børn. 407 fólk doyðu.

Frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2022 vóru fødd 657 børn, men nógv fleiri doyðu, 106 fleiri. Tey vóru 513.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946