Selja fyri tilboðsprís, hóast talan er um fastan lágprís

Selja fyri tilboðsprís, hóast talan er um fastan lágprís
Brúkaraumboðið hevur kannað prísin á tilvildarliga valdum vørum í tilboðsbløðum ella á heimasíðum
Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.
 
13.11.2023 - 08:24

Tað er villleiðandi og skeiv prísupplýsing, tá ið handlar siga seg selja vørur fyri tilboðsprís, tá talan er um fastan lágprís.

Tað sigur Brúkararaumboðið, sum í heyst kannaði prísin á tilvildarliga valdum vørum í tilboðsbløðum ella á heimasíðuni hjá veitarum.

Talan var um gerandisvørur, klæði og vælveruvørur.

Í onkrum føri hevði Brúkaraumboðið fingið fráboðan um, at prísirnir hjá einari fyritøku ikki vóru rættir.

Brúkaraumboðið bað fyritøkurnar skjalprógva príslækkingina, - tað er at upplýsa upprunaprísin á tilboðsvøruni, so staðfestast kundi, um talan var um verulig tilboð. 

Tað kundu summir handlar ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212