- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes ársins spælari í næstbestu norsku deildini
Føroyski miðvallarin Jóannes Bjartalíð er ársins spælari í OBOS-liguni, sum er næstbesta norska fótbóltsdeildin.
Tað meta serfrøðingarnir hjá norska TV 2, Amund Lutnæs, Petter Bø Tosterud og Amin Askar. Teir hava eisini kosið Fredrikstad-miðvallaran sum ársins keyp.
- Føroyski landsliðsspælarin hevur skotið FFK upp aftur í Elituseriuna, siga teir tríggir.
Jóannes Bjartalíð hevur skotið 11 mál og lagt upp til sjey upp á 27 dystir hetta kappingarárið. Fyri kortum varð hann valdur til besta spælaran í deildini í oktober.
Fredrikstad aftur í fremstu røð
Í næstseinasta umfari tryggjaði Fredrikstad sær 1. plássið í deildini, og tí verður felagið aftur í fremstu røð fyri fyrstu ferð í 11 ár.
Tveir aðrir føroyingar eiga eisini lut í væleydnaða kappingarárinum hjá FFK. Brandur Hendriksson Olsen er komin fyri seg aftur eftir drúgvan krossbandsskaða, meðan fyrrvarandi KÍ-venjarin Mikkjal Thomassen hevur megnað at stýra Fredrikstad-skútuni til uppflyting í fyrstu royndini.