- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnuligir prestar í Danmark fáa javnstøðu
Danir taka nú burtur tað undantakið í javnstøðulógini, ið gevur kirkjuráðum heimild til at nokta fyri at seta kvinnuligar prestar í starv, bert tí tær eru kvinnur.
Undantakið hevur annars verið í javnstøðulógini síðani 1978. Og tað hevur gjørt, at kirkjuráð hava kunnað latið vera við at sett kvinnuligar prestar í starv einans tí, at tey eru ímóti, at kvinnur skulu vera prestar.
Tað er danski kirkjumálaráðharrin, Louise Schack Elholm, ið hevur boðað frá, at stjórnin fer at taka undantakið úr lógini.
- Tað er týdningarmikið, at vit eisini eru í fólkakirkjuni, sum flytur seg við samfelagnum. Fólkakirkjan skal vera rúmlig við pláss fyri minnilutunum, sigur Louise Schack Elholm við danska TV2.
I oktober í fjør komu allir donsku bisparnir við einari áheitan til táverandi kirkjumálaráðharran um at taka undantakið burtur. Sambært bispunum var undantakið avoldað og óneyðugt.
Men mótstøða hevur eisini verið móti at taka undantakið burtur, serliga frá missiónskum rørslum.