Gekkurin verður týskvøldið

Gekkurin verður týskvøldið
Um tú vilt vera millióningur, ella vinna ein Mercedes-bil, so mást tú bíða til týskvøldið, tá Gekkurin, sum skuldi vera í kvøld, er á skránni
Týskvøldið verður Gekkurin, sum skuldi vera í kvøld, á skránni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
03.11.2023 - 14:42

Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum ger, at Dagur og vika og Gekkurin, sum skuldu vera í sjónvarpinum í kvøld, eru tikin av skránni. 

Men fólk, ið hava glett seg til at spæla gekk um tær 2,4 milliónir krónurnar, vera ikki lumpað, hóast tey mugu brynja seg við eitt sindur av toli. 

Spælt verður um stóru vinningarnar týskvøldið eftir Dag og viku. 

Freistin fyri at keypa gekkaseðlar til dráttin um Mercedes-bilin er tí eisini útsett til týskvøldið klokkan 19, boðar Kringvarpið frá í tíðindaskrivi. 

Allir seldir seðlar til henda dráttin verða við í lutakastinum um Mercedes-bilin. Lutakastið um bilin verður fríggjakvøldið 10. november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981