HM helst til Saudi Arabia í 2034

HM helst til Saudi Arabia í 2034
Einki vertsboð kemur frá Avstralia, og tí bendir alt á, at Saudi Arabia fær HM í fótbólti í 2034 uttan kapping
FIFA-forsetin, Gianni Infantino, saman við saudiska krúnprinsinum, Mohammed Bin Salman
Mynd: Saudi Press Agency/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.10.2023 - 11:34

Einki vertsboð kemur frá Avstralia upp á HM í fótbólti í 2034. 

Tað boðar avstralska fótbóltssambandið frá fyrrapartin.

Tí bendir alt á, at Saudi Arabia fær lutað HM-endaspælið frá FIFA uttan kapping, skriva fleiri miðlar.

 - Vit hava kannað okkara møguleikar, men eftir neyva viðgerð hava vit avgjørt ikki at bjóða upp á hetta endaspælið, skrivar avstralska fótbóltssambandið.

Saudi Arabia kom vð sínum boði stutt eftir, at Spania, Portugal og Marokko høvdu fingið endaspælið í 2030 frá FIFA. Samstundis setti altjóða fótbóltssamgongan eina freist upp á lítlan mánað til onnur boð.


Atfinningar ímóti FIFA

Sambært skiftisskipanini hjá FIFA, eiga Asia ella Osiania tørn at skipa fyri endaspælinum í 2034.

Norðuramerika (USA, Kanada og Meksiko) eru vertir í 2026, og Afrika, Evropa og Suðuramerika øll skipa fyri í 2030. Umframt Spania, Portugal og Marokko, verða dystir eisini í Uruguay, Argentina og Paraguay.

Asiatiska fótbóltssambandið stuðlaði boðnum frá Saudi Arabia, meðan Avstralia og Indonesia søgdu seg verða áhugað í at samstarva um vertskapin.

Stutt eftir tók Indonesia kortini sín áhuga aftur, og stuðlaði í staðin Saudi Arabia, og nú er greitt, at Avstralia ikki fer at bjóða upp á endaspælið í 2034.

Kritikkarar finnast at leistinum hjá FIFA, sum teir meta vera ein ódemokratiskur háttur at luta Saudi Arabia HM-endaspælið um 11 ár.

 




 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV