Fara eftir øllum stigunum

Fara eftir øllum stigunum
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir í dag sín fjórða dyst í Nations League. Málið ímóti Kýpros er greitt. - Vit fara eftir sigrinum, sigur landsliðsvenjarin
Signe Pries Andersen stendur á odda fyri síni fjórða landsdysti í kvøld
Mynd: Bjarni Engahamr/FSF  
 
31.10.2023 - 10:58

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fara eftir sigrinum, tá tær taka ímóti Kýpros í Nations League í kvøld.

Hetta er fjórði dysturin í fyrstu Nations League-kappingini fyri kvinnur, og higartil hava Føroyar tapt við einum máli fyri Montenegro, Kýpros og Aserbadjan.

Fríggjadagin fingu føroyingarnir sítt fyrsta mál, tá Sunniva Willemoes minkaði um munin í 2-1 tapinum fyri Aserbadjan við Djúpumýrar, og í kvøld fara tær eftir øllum. 

 - Vit hava verið nær við at vinna stig í hinum dystunum, og serliga fríggjadagin helt eg, at vit høvdu uppiborðið meira. Vit hava lagt nógv arbeið í at verða betri á síðsta triðinginum, og so trúgva vit uppá, at tað arbeiðið fer at løna seg í morgin. Vit taptu 1-0 niðri á Kýpros, so vit vita, at tað saktans kann koppa okkara veg, men at tað krevur gróthart arbeiði, sigur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, sambært fsf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV