- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Ole Wich og myndlist á vágskálini
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Seinnapartin fríggjadagin legði Ole Wich fram trivaliga bók við egnum listaverkum frá 1987 til 2023. Samstundis læt upp framsýning við nøkrum av verkum hansara, sum fjøllistamaðurin, Goodiepal, hevur sett upp.
Fleiri av teimum, sum vóru til bókaframløguna fríggjadagin, siga sína hugsan um atfinnandi listina hjá Ole Wich og leiklut hansara í føroyska samfelagnum.
Á Listasavni Føroya er stór og áhugaverd framsýning, sum nevnist ”Tónar í list”. Hetta er framsýning, sum vísir, at samband mangan er millum myndlist og tónleik.
Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, hevur saman við Karinu Lykke Grand, leiðara, sett framsýningina saman. Anna Maria greiðir frá sambandinum millum tónleik og myndir í føroyskari myndlist.
Eisini í Steinprenti er framsýning. Her hitta vit grafiska sniðgevan, Louise Okerman, og Jan Andersson, leiðara, sum hevur samband við ein hóp av listafólkum og útlendskum ferðafólkum alt árið.
Tóroddur Poulsen hevur farnu vikurnar teknað nýggjar myndir á grafiska verkstaðnum, og hann hitta vit eisini.
Vágskálin verður send mikudagin kl. 17.05.
Uni Arge leggur til rættis.
|