- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leingja undantøkini eitt samdøgur aftrat
Undantøkini frá verkfallinum í Sjúkrahúsverkinum fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur avgjørt at leingja undantøkini eitt samdøgur, til í morgin klokkan fýra.
Í dag eru fýra vikur, síðani sjúkrarøktafrøðingarnir fóru í verkfall, og í løtun eru eingi útlit til, at sáttmálatrætan við Fíggjarmálaráðið verður loyst.
Álitisfólk úr øllum landinum hava verið á fundi fyrrapartin og fingið kunning um verkfalsstøðuna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Um vikuskiftið var samband millum partarnar, men semingsstovnurin heldur ikki, at grundarlag er fyri at fara undir nýggja semingsroynd.
Fyrrapartin vóru umleið 40 álitisfólk hjá sjúkrarøktafrøðingunum á fundi við nevndina í felagnum, har kunnað var um støðuna.
Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í útvarpstíðindunum: