Føroyingahavnin: Grønlendingar noyðast at rudda

Føroyingahavnin: Grønlendingar noyðast at rudda
Løgmansskrivstovan sigur, at bygningarnir hjá Nordafar eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar
Løgmansskrivstovan sigur nú, at grønlendskir myndugleikar eiga at taka sær av uppruddingini í Føroyingahavnini. (Savnsmynd)
 
30.10.2023 - 08:48

Hóast lyftir í 2016, er áskoðanin hjá føroyska landsstýrinum í dag, at grønlendskir myndugleikar eiga at taka sær av uppruddingini í Føroyingahavnini, skrivar Sermitsiaq sambært vp.fo.

Sermitsiaq hevur spurt Aksel V. Johannesen, sum eisini var løgmaður í 2016, um hann fer at halda sítt lyfti, sum hann gav Kim Kielsen í 2016, um at rudda Nordafar.

- Men nú hanga føroyingar sín hatt á lýsingina hjá Kaj Hjalgrímson, »Nordafar til salg«, frá nítiárunum, skrivar Sermitsiaq.

Løgmansskrivstovan hevur millum annað svarað Sermitsiaq soleiðis:

- Tað, sum ger hetta málið serliga torgreitt er, at bygningarnir á Nordafar í dag eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar. Í umhvørvislóggávum runt um í heiminum er galdandi eitt prinsipp um, at tann sum dálkar skal gjalda. Tað er tískil tann, sum eigur ognina, ið hevur ábyrgdina av at rudda á ognini.

Les greinina í Sermitsiaq her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114