Í myndum: Óluva og nevndin fingu stóran stuðul

Óluva í Gong, forkvinna, og nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fingu stóran stuðul, tá skipað var fyri stuðulsgongu í Havn seinnapartin.

Sjúkrarøktarfrøðingar tóku stig til stuðulsgonguna, og gingið var frá Landssjúkrahúsinum heim í Løgtingið, har røður vóru hildnar. 

Fleiri hundrað fólk vóru í stuðulsgonguni. 

Fyrireikingarbólkurin segði, at nú er nóg mikið, og hann kravdi, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sleppur lønarkarminum, sum er ásettur.

- Vit hava rætt til at samráðast um egnan sáttmála, søgdu fyrireikararnir.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar, fegnast um stuðulin, sum hon og nevndin hava fingið:

 

27102023_Oluva

 

Meiri verður at frætta um stuðulsgonguna í Degi og Viku.

 

Sí myndirnar, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið:

 

 

 

Er kopiera