Semingsroyndin miseydnaðist

Semingsroyndin miseydnaðist
Grundarlag er ikki fyri at halda fram við semingsroyndini millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og fíggjarmálaráðið, heldur semingsmaðurin
Semingsmaðurin hevur kastað handklæðið í ringin. Grundarlag er ikki fyri nøkrum semingsuppskoti.
 
26.10.2023 - 13:22

DAGFØRT KL. 14.55

Semingsmaðurin hevur tveitt frá sær. Ov langt er ímillum Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar til yvirhøvur at fara í gongd við at skriva eitt semingsuppskot at leggja fyri partarnar.

- Vit hava endað semingsroyndina uttan at leggja semingsuppskot fyri partarnar. Tað er so langt ímillum partarnar, at tað snøgt sagt er ómøguligt at orða eitt semingsuppskot, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar.

Tað hevur enn ikki eydnast okkum at fáa fatur á Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Hon sigur, at nú fara tey at viðgera støðuna nærri í Fíggjarmálaráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881