- Tíðindi, mentan og ítróttur
Var ikki samband millum Fíggjarmálaráðið og semingsmannin í morgun
Var ikki samband millum Fíggjarmálaráðið og semingsmannin í morgun
Terje Sigurðsson, semingsmaður, vísir aftur, at Fíggjarmálaráðið hevur tosað við hann í morgun við ynski um at samráðast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.10.2023 - 19:24
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði í Degi og Viku fyri løtu síðani, at Fíggjarmálaráðið hevði sett seg í samband við Semingsstovnin longu í morgun við boðum um, at tey vildu samráðast aftur og høvdu nakarar loysnir á borðinum.
Hesum vísir Terje Sigurðsson aftur. Hann sigur, at hann hevur tosað við Fíggjarmálaráðið seinnapartin, eftir at hann hevði tosað við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Terje Sigurðsson sigur, at sum støðan er beint nú, er ikki grundarlag fyri at taka samráðingarnar upp aftur. Men hann væntar, at okkurt kanska fer at henda næsta samdøgrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV