- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bobby Charlton deyður
Bobby Charlton, sum bleiv heimskendur við bæði Manchester United og enska landsliðnum, sum vann HM í 1966, gjørdist 86 ár.
Talan er allarhelst um besta enska fótbóltsleikara gjøgnum tíðirnar.
Hóast Sir Bobby Charlton var miðvallari, so skoraði hann hópin av málum eisini. 334 mál gjørdi Bobby Charlton á sínari yrkisleið.
Harumframt var hann ein sannur ítróttarmaður við stórum trúvirði.
Sama árið, Bobby Charlton var við til at vinna HM við Onglandi, 1966, varð hann eisini kosin heimsins besti fótbóltsleikari, tá ið hann vann sonevndan Ballon d'Or.
Í Manchester United var Bobby Charlton besti umboðsmaður, ið felagið nakrantíð hevur havt.
Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United í 1956 og spældi fram til 1973.
Bobby Charlton skoraði 249 mál í 758 dystum fyri United. Hann var í nógv ár tann ídnasti málskjúttin í United nakrantíð, áðrenn Wayne Rooney yvirhálaði hann í januar 2017.
20 ára gamal, var Bobby Charlton eisini umborð á flogfarinum við Manchester United-leikarum, sum krassjaði undir einari millumlending í München í Týsklandi í 1957.
Liðið var á veg heimaftur eftir eina fjórðingsfinalu í Europa Cup-kappingini.
21 av teimum 44 ferðafólkunum umborð lótu lív, og av teimum vóru átta United-leikarar. Bobby Charlton yvirlivdi.
Bobby Charlton kom fyri seg eftir ógvusligu hendingina og leiddi seinni Manchester United til sigurs í Europa Cuppini, sum í dag verður rópt Champions League.
Umframt síni 249 mál fyri Manchester United, so skey Bobby Charlton eisini 49 mál í 106 landsdystum fyri Ongland.
Eftir, at Bobby Charlton setti gaggurnar á hillina, var hann í rúma tíð stjóri í Manchester United, og hann var eisini venjari í fleiri minni feløgum.