Vænta 80.000 ferðafólk í Kalsoynni í ár

Vænta 80.000 ferðafólk í Kalsoynni í ár
37 prosent fleiri hava brúkt Bygdaleiðir í oynni í ár enn í fjør, og haraftrat koma tey, sum brúka privatu bussleiðina
Ferðafólkatalið í Kalsoynni er nógv vaksið seinastu árini.
 
20.10.2023 - 08:27

Fleiri brúka nú Bygdaleiðir í Kalsoynni.

Nýggjastu tølini siga frá einum vøkstri, sum er 36,7 prosent, til 1.oktober samanborið við tríggjar teir fyrsta ársfjórðingarnar í fjør.

Aftrat teimum koma tey, sum brúka privatu bussleiðina í oynni.

VisitKalsoy sigur, at tað er vanlig fatan hjá fólki, at Strandfaraskip landsins ikki rættiliga laga Bygdaleiðir eftir økta tørvinum, og at Sam eigur at sigla fleiri ferðir. 

Siglandi ferðafólkini eru eisini fleiri í ár. Vøksturin er 11,6 prosent.

VisitKalsoy metir, at ferðafólkatalið kemur upp í 80.000 í ár. 

Bilatalið er minkað 6,1 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV