Í myndum: Mentanarvirðislønir landsins 2023

Miðnámsskúlin í Vestmanna var í kvøld karmur um Mentanarvirðislønir landsins 2023, sum eru virðislønir landsins til lista- og mentafólk.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, var vertur fyri handanini. Her tekur Sirið Stenberg ímóti Biritu Mohr, sjónleikara, ið fekk Serstøku virðisløn landsins 2023, og manni hennara Ega Dam og soni hennara Ára Dam.

Sirið Stenberg handaði eisini virðislønirnar í vár. Orsøkin til, at virðislønirnar vóru handaðar longu aftur er, at nú fer handanin at fylgja árinum, sum virðislønirnar verða handaðar fyri. 

Páll Danielsen var aftur í ár frásøgufólk.

Martin Joensen, tónlistamaður, framførdi sína kvøðu til heimstaðin Vestmanna, "Ettesa brúgv". 

Tað var ein rørandi løta, tá ið Birta Mohr, sjónleikari, ið er vorðin minnisveik, og maðurin, Egi Dam, vóru á pallinum eftir Serstøku virðisløn landsins 2023. 

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, ið er sera aktuell við leikinum "Lortið", framførdi eitt brot úr Antigone, sum Birita Mohr á sinni framførdi. 

Marita Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, ið hevur leikstjórnað Duritu Dahl Andreassen í leikinum "Lortið", lýðir á. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, kunnger, at Ole Wich, listamaður, fær Sømdargávu landsins. 

Ein fegin Ole Wich, listamaður, sum fekk handað Sømdargávu landsins, meðan hann lýddi á kvøðuna, ið Niels Uni Dam, lýsingarmaður og tónleikari, bar honum. 

"Hvussu skal ein listamaður, ið seinastu nógvu árini hevur skapt list her í Føroyum, ið aloftast pallsetir listamannin sjálvan sum undirmettan, arbeiða víðari, tá ið hann nú verður hámettur við hesi stóru heiðursgávuni?" spurdi Niels Uni Dam. 

Heðin Ziska Davidsen, tónlistamaður, framførdi eina ljóðmynd, ið var rættiliga nógv í tráð við nógva av listini hjá Ole Wich. 

Stóra høllin í Miðnámsskúlanum í Vestmanna var fullsett. 

Eilif Samuelsen, týðari, fekk handaða Heiðursgávu landsins 2023 fyri at hava ført klassiskar bókmentir inn í føroyskt. 

Eftirkomarar hjá Eilifi Samuelsen, týðara, vóru hjástødd, tá ið pápin, abbin og langabbin fekk handaða Heiðursgávu landsins 2023. 

Sterki modernaði føroyski dansibólkurin Riva, sum er Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár B. Árting, framførdu eitt brot úr tvísýningini "Minnisbrot".

Teitur Lassen, tónlistamaður, ið fekk Mentanarvirðisløn landsins 2023, takkar fyri heiðurin. Virðislønin er 150.000 krónur. 

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, var eisini til staðar, tá ið mentanarvirðislønirnar blivu handaðar. 

Teitur Lassen framførdi sangin "Nú brestir á við vesturætt", ið hann hevði útsett til strúkarar til høvið. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, takkar fyri kvøldið. 

Tveir væl nøgdir vertir, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Magnus Gaard, rektari í Miðnámsskúlanum í Vestmanna. 

Ein fegin Birita Mohr umgird av systkjunum eftir handanina av Mentanarvirðislønum landsins 2023. 

Er kopiera