- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflutningurin til Russlands er 800 milliónir í ár
Útflutningurin til Russlands er 800 milliónir í ár
Tilsamans hava vit útflutt fyri 8,4 milliardir kr. fyrstu átta mánaðirnar
18.10.2023 - 10:11
Føroyar útfluttu uppsjóvarfisk til Russlands fyri 68 milliónir krónur í august.
Allur útflutningurin til Russlands var 76 milliónir krónur í august, skrivar Hagstovan.
Føroyski útflutningurin yvirhøvur fyrstu átta mánaðirnar í ár var 8,4 milliardir krónur.
Hetta eru 401 millión krónur meira enn í sama tíðarskeið í fjør.
Útflutningurin til Russlands var 807 mió. kr. frá 1.januar til 1.september í ár.
Virðið á laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, átta prosent.
Nøgdin er minkað 7.818 tons, 17 prosent.
Laksaprísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV