- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava góðtikið sektaruppskotið
Hava góðtikið sektaruppskotið
Sektin er 1.000 kr., og gjaldið fyri at sleppa út á Kallin er 200 kr.
16.10.2023 - 08:33
Útlendsku ferðafólkini, sum fingu sektaruppskot fyri at fara út á Kallin uttan at gjalda bóndanum fyri tað, hava góðtikið uppskotið og goldið, upplýsir politiið.
Sektin er 1.000 kr., og gjaldið fyri at sleppa út á Kallin er 200 kr.
Útlendingarnir, sum eru tveir í tali, vóru skuldsettir eftir grein 41 í lógini um 'hegn og markfred' frá 1931.
Hetta er fyrstu ferð, at fólk eru skuldsett eftir teirri greinini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV