- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brotsspark aftur avgerandi á útivølli
Tað minti um deja vu, tá dómarin peikaði á brotssparksblettin seint í dystinum millum Føroyar og Kekkia í Plzen.
Eins og á útivølli ímóti Póllandi hevði Føroyar spælt ein góðan verjudyst, og eins og í Póllandi var Odmar Færø óheppin, tá hann fekk bóltin í armin og gjørdi brotsspark.
Allir føroyingar mundu hava samkenslu við verjuskansanum úr KÍ, sum hevði spælt ein branddyst, men kekkiski liðskiparin, Tomas Soucek, legði líka í. Hann setti bóltin høgt og mitt í málið til 1-0.
Bert fýra minuttir seinni varð Sølvi Vatnhamar leysur høgrumegin, men hann bíðaði ov leingi við skotinum, og ein verjuspælari kastaði seg fyri.
Uppreisn uttan stig
Í sjónvarpsstovuni hildi Jákup á Borg og Oddbjørn Joensen, at talan onkursvegna var um uppreisn hjá føroyska liðnum, sum bert hevur fingið eitt stig í hesi undankappingini.
Avrikið var gott - serliga eftir steðgin - og nýggju menninir tóku ábyrgd. Andrias Edmundsson spældi til høgru í aftastu ketu, og hann smæddist ikki burtur, meðan Pætur Petersen arbeiddi hart sum fremsti maður.
Kekkar vóru kanska óhepnir, at teir ikki skoraðu í fyrra hálvleiki, men síðstu 45 minuttirnar skaptu teir ikki stórvegis. Tí kom tað teimum væl við, tá Odmar Færø í eini roynd at steðga innleggi úr høgru fekk bóltin í armin.
- Tað var klárt brotsspark, segði Soucek, sum var eins eirindaleysur og dómarin.
Doosan Arena, Plzen
Kekkia - Føroyar, 1-0 (0-0)
1-0 Tomas Soucek, 76 min. (br.)