- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgild skjøl tøk aftur
Umhvørvisstovan fekk fríggjamorgunin 29. september 2023 fráboðan frá Dansk Scanning, at tey hava verið fyri einum talgildum álopi, sum hevði við sær, at oman fyri 50 danskar kommunur ikki høvdu atgongd til tinglýsingarskjøl.
Umhvørvisstovan var eisini rakt av álopinum.
Dansk Scanning hýsir eini skipan við avritum av skjølum, ið fyrr lógu í Tinglýsingarsavninum og Matrikkulsavninum.
Hesi skjøl verða í dag nýtt í skipanum hjá Tinglýsing og Matrikkul.
Fyri at tryggja, at álopið ikki breiddi seg, stongdi Dansk Scanning skipanina alt fyri eitt.
Í gjár boðaði Dansk Scanning Umhvørvisstovuni frá, at skipanin er virkin aftur.
Tað merkir, at skjølini aftur eru tøk á tinglýsing.fo