- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri útlendingar løgdu á føroying
Fleiri útlendingar løgdu á føroying
Ein føroyskur maður endaði á sjúkrahúsinum í nátt, tá ið tríggir - fýra útlendingar løgdu á hann í býnum
14.10.2023 - 14:25
Í gjárkvøldið um ellivu tíðina varð ringt eftir løgregluni og boðað frá, at fleiri mans høvdu lagt á ein mann í Tórsgøtu í Havn.
- Vit vita ikki, hvat førdi til hendingina, sigur vakthavandi á politistøðini.
Talan var um 3-4 útlendingar, sum høvdu lagt á ein føroyskan mann.
Tá ið løgreglan kom á staðið, runnu menninir hvør sín veg, men tað eydnaðist løgregluni at fáa fatur á tveir av monnunum, sum vóru handtiknir.
Neyðugt var við tulki fyri at avhoyra menninar, og neyðugt var eisini at bíða eftir, at teir blivu edrúari, sambært vakthavandi.
Álopni maðurin var koyrdur á sjúkrahúsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV