- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrahússtjóri: Starvsfólkini eru sperd
Higartil hevur verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakt seingjardeildirnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, men fríggjamorgunin verður verkfallið á hesum báðum sjúkrahúsunum hert.
Klaksvíkar sjúkrahús
Alexandra á Dul, stjóri í Sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur, at starvsfólkini, sum eru eftir til arbeiðis, eru sperd, og nú verkfallið verður hert, verður neyðugt at biðja um fleiri undantøk.
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Alexandru á Dul í útvarpstíðindunum:
Suðuroyar sjúkrahús
Fleiri deildir raktar
Fríggjamorgunin klokkan átta verður verkfallið á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi hert, boðar Sjúkrarøktarfrøðingafelagið frá.
Verkfallið umfatar allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar, ið arbeiða á hesum deildum:
Klaksvíkar sjúkrahús:
• Almen kirurgisk ambulatorium
• Ortopædisk ambulatorium
• Urologisk ambulatorium
• Svøvn ambulatorium
Suðuroyar sjúkrahús:
• Kardiologisk starvsstova
• Pínuklinikk
• Ambulant virksemi á skurðgongini
Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Fylgja við gongdini
- Vit fylgja væl við støðuni og vóna framvegis at finna eina semju við sjúkrarøktarfrøðingarnar, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum.
Hoyr samrøðu, sum Hansa Hansen gjørdi við landsstýriskvinnuna: