- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bruttotjóðarúrtøkan í fjør fór upp um 25 milliardir
Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Bruttotjóðarúrtøkan vaks 5,4 prosent í 2022.
Veruligi búskaparvøksturin hevur ligið millum fimm og seks prosent bæði í 2021 og 2022.
Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið er nakað størri enn árligi miðalvøksturin í Føroyum seinastu tíggju árini, sum var á 3,4 prosent.
Størri enn í hinum norðurlondunum
Verða Føroyar samanbornar við onnur lond, sæst, at veruligi búskaparvøksturin upp á 5,4 prosent er størri enn hann var í hinum norðurlondunum í fjør, tó undantikið í Ísland, har vøksturin var størri, 7,2 prosent.
Flestu tænastuvinnurnar stóðu seg væl í 2022, og vakstrarískoytið hjá tænastuvinnunum var 1,9 prosent.
Tað svarar til meira enn helmingin av broytingini í bruttovirðisøkingini í 2022.
Vakstrarískoytið frá tilfeingisvinnuni var 1,7 prosent í í fjør.
Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2022, meðan tøkan í alivinnuni minkaði eitt vet.
Tilfeingisvinnan er tann vinnubólkur, ið vanliga sveiggjar mest. Framleiðsluvinnan hevur havt positivt vakstrarískoyti upp á 0,3 prosent í 2022.
Stórur prísvøkstur
Stórur prísvøkstur, serliga á matvørum og brennievni, hevur sett sín dám á árið í fjør.
Tað sæst aftur á tann hátt, at bruttotjóðarúrtøkan, mátað í ársins prísum, vaks heili 9,5 prosent, ella slakar 2,2 milliardir krónur.
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 25,2 milliardir krónur í 2022. Tað svarar 467.000 krónur fyri hvørt fólk í landinum.