- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr El Paso í landsliðshópin
Petur Knudsen var á listanum hjá Håkani Ericson fyri fyrstu ferð, síðan hann fór til El Paso Locomotive í USA at spæla.
- Tað er fyrst og fremst tí, at hann nú spælir uttan skaðar, og hevur verið á vøllinum í fýra, fimm dystir á rað, segði landsliðsvenjarin. Runavíkingurin skal kortini ikki rokna við at byrja inni í EM-undankappingardystunum ímóti Póllandi og Kekkia í næstum.
- Men hann kann koma inn, og vit fáa eina fatan av, hvussu hann er fyri, segði Håkan Ericson.
Teitur og Heini skaddir
Hallur Hansson er framvegis ikki við á landsliðnum, men lyklaspælarar - millum annað Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen úr Fredrikstad - eru væl fyri, og Andrass Johansen hevur fingið afturval.
Í málinum kemur tað illa við, at Teitur Matras Gestsson aftur er skaddur. Bjarti Vitalis Mørk er tikin út í staðin, men eingin ivi er um, at Mathias Lamhauge verður fyrsta val eftir góðu avrikini seinast.
Heini Vatnsdal er eisini uttanfyri við skaða, og Bartal Wardum úr HB avloysir KÍ-miðverjan.
- Bartal hevur leingi verið aktuellur, men hevur verið nógv skaddur. Tað er hann ikki í løtuni, og hann er ein skikkaður avloysari fyri Heina við sínum skjótleika og styrki í nærdystunum, segði Håkan Ericson, sum roknar við tveimum truplum dystum ímóti eysturevropeisku stórtjóðunum.
- Vit vóna, at vit kunnu bjóða Póllandi av við útivallardystinum í huga, meðan vit mugu rætta upp á hugburðin ímóti Kekkia í mun til seinastu dystirnar ímóti teimum.
Hópurin til dystirnar ímóti Póllandi og Kekkia:
Mattias H. Lamhanuge, B36
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti V. Mørk, HB
Verjan
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári M. Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðjan:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Álop:
Klæmint A. Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Tríggir dystir eru eftir í EM-undankappingini. Í hesum umfarinum eru Pólland (heima) og Kekkia (úti) mótstøðulið. MYND: Bjarni Árting Rubeksen