- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ullarmóttøkan tók ímóti 34 tonsum av ull
Ullarmóttøkan tók ímóti 34 tonsum av ull
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali tók í summar í móti 34 tonsum av ull.
01.10.2023 - 12:35
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali tók í summar í móti 34 tonsum av ull.
Tað er nett sama nøgd, sum í fjør.
28,5 tons av ullini fóru í 1. flokk, 2,4 tons í annan flokk og góð 3 tons vóru koyrd burtur.
Nú verður uppboðssølan av ullini fyrireikað.
Ullin er býtt í litir, og í ár fóru 8 tons í hvítt, 6 tons í ljósagrátt, sløk 5 tons í myrkagrátt, 1,5 tons í ljósamorreytt, sløk 2 tons í svart og morreytt, og 6,3 tons av ullini eru blandað.
Í fjør seldi Búnaðarstovan alla ullina, - hon varð seld trimum fyritøkum.
Í 2021 var størsti parturin av ullini seldur til Onglands.
Uppboðssølan verður tíðliga í heyst.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV