- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt kalsoyarskip
Tað sigur Dennis Holm, landstýrismaður í samferðslumálum.
Í ár eru tríggjar milliónir krónur játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar tríggjar milliónir í 2024.
Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis at kjølurin til nýggja kalsoyarskipið kann strekkjast fyrst í 2025, sigur landsstýrismaðurin.
- Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv fólk hava strandfaraskipini avgerandi týdning. Tí skulu nýggj skip byggjast, samstundis sum landsstýrið arbeiðir miðvíst við at økja um túratalið, sigur Dennis Holm.
Væntandi fer tað at taka eini tvey ár at byggja nýggja Kalsoyarskipið, sigur samferðslumálaráðið.