- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtaka vitaverkið
Føroyskir myndugleikar taka yvir 24 vitar, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði.
Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni. Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um.
Nýggju uppgávurnar verða framyvir skipaðar í Sjóvinnustýrinum, tó í samstarvi við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.
Árligi rakstrarkostnaðurin er áleið fýra milliónir krónur. Í 2024 er játtanin 2,35 milliónir og í 2025 er játtanin framskrivað fyri fult ár til 4,57 milliónir.
Tað upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.