- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðshóparnir verða tiknir út
Landsliðshóparnir verða tiknir út
Um smáar tvær vikur skal manslandsliðið í fótbólti spæla ímóti Póllandi og Kekkia, og mánadagin fyrrapart verður hópurin tikin út
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
29.09.2023 - 14:01
Hálvan oktober skal manslandsliðið í fótbólti spæla ímóti Póllandi og Kekkia.
Dysturin ímóti Póllandi, sum er síðsti heimadysturin í hesi undankapppingini, verður 12. oktober á Tórsvølli, og 15. oktober spæla Føroyar og Kekkia í Plzen.
Í tí sambandi verður landsliðsúttøka í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin, har Håkan Ericson fer at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar báðar.
Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-fótbóltslandsliðnum, fer eisini at kunngera sín hóp til útidystin ímóti Andorra hin 17. oktober.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV