- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið rakar ikki eldraøkið
Verkfallið rakar ikki eldraøkið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið er ikki partur av høvuðssáttmálanum, men brúkar hann
29.09.2023 - 08:15
Sjúkrarøktarfrøðingarnir á ellisheimum og øðrum kommunalum arbeiðsplássum eru ikki fevndir av verkfallinum, sum byrjar mánamorgunin.
Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar snúgva seg ikki um tey.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið er ikki partur av høvuðssáttmálanum, men brúkar hann.
- Vit hava gjørt eina avtalu um sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum arbeiða á eldraøkinum, sigur Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Tær eru tí ikki fevndar av verkfallinum, sigur hon.
Verkfall er lýst fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildunum á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV